Tíðindi
Arbeiðið við nýggja vælverudeplinum í Svimjihøllini gongur væl, og fundamentið til størsta gosbað í landinum sæst nú í sunnara enda.
Um miðjan november skrivaðu arbeiðstakarar undir sáttmála við Klaksvíkar kommunu um at gera vælverudepil í Svimjihøllini, og higartil gongur arbeiðið bæði skjótt og væl. Herfyri legði Jógvan Skorheim, borgarstjóri leiðina framvið og heilsaði uppá Torkil Mørkøre, leiðara fyri Stadionøkið og nøkur av hinum arbeiðsfólkunum í økinum.
Sunnanfyri høllina verður gjørt klárt til uttandurapartin av vælverudeplinum, og innandura fyllir fundamentið til gosbaðið ein trivaligan part av gólvinum.
Í gosbaðnum verður ivaleyst av plássi til eini 15-20 vælvaksin fólk, og hetta ger tað til eitt hitt størsta av sínum slag í Evropa.
Umframt gosbað og uttanduraøkið, fer vælverudepilin eisini at rúma dampbað, infrareyðari saunu og góðum brúsuumstøðum.
Tað eru Norðhús, Signar Kallsberg og JP-EL, sum standa fyri arbeiðnum, og vælverudepilin verður eftir ætlan tikin í nýtslu í summar.
Til ber at lesa meira um vælverudepilin og aðrar verkætlanir her.









Handilslívið skal hava góðar karmar

Torraskráin 2025

Arbeiði við Norðoyatunnilin
