Tíðindi

04.02.2019
Archibald Black heiðraður

Fjøllistamaðurin Archibald Black varð í vikuskiftinum heiðraður við Listavirðisløn Nólsoyar Páls. Spinnaríið var nærum fullsett, tá Jógvan Skorheim, borgarstjóri, handaði heiðursgávuna, ið var upp á 75.000 krónur, sum Klaksvíkar kommuna saman við vinnulívinum letur.

Tað var ein spennandi skrá hetta kvøldið, har m.a. Hamradun spældi nøkur løg, umframt at ein samansettur bólkur, við Mikkjal Hvannastein á odda, tulkaði 70’ ára rockbólkin Pink Floyd. Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Signhild Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini, fluttu fram røðu og eftir tað var ein filmur vístur, har ymisk fólk, ið standa kenda listamanninum nær, søgdu sína hugsan, um hví Archibad var rætti móttakarin av listavirðislønini.

 

Røða borgarstjórans kann lesasat her:

 

Í kvøld lata vit á fimta sinni Listavirðisløn Nólsoyar Páls. Virðislønin, sum er gáva á 75.000 krónur, verður latin lokalum listafólki, sum á ein hvønn hátt hevur skarað framúr. 

 

Heiðursgávan á 75.000 kr. er latin av sterka vinnulívinum í økinum, og av Klaksvíkar kommunu.

Tey fýra listafólkini, ið higartil hava fingið virðislønina, eru Hanus G. Johansen, Edward Fuglø, Eyð Martras og Steintór Rasmussen. 

Nú eru vit til reiðar at lata virðislønina fyri fimtu ferð.

****

»Lívið er eittans – og ikki serliga langt. Tú skalt ikki bíða við at gera tað, sum tú ætlar tær. Far í gongd!«

Soleiðis sigur fjøltáttaði listamaðurin, sum vit í kvøld heiðra. Hann er gávaður listamaður og dugnaligur handverkari hvørt um annað – og ofta samstundis. Hann er tónleikari, familjumaður – og bóndi.

Listavirðisløn Nólsoyar Páls 2019 verður latin Archibald Black.

Hann hugsar stórar tankar. Hann tekur av møguleikum. Hann ræðist ikki hart arbeiði. Hann livir lívið. Hann flytur dreymar úr náttini og inn í ljósa dagin.

Archibald Black er føddur og uppvaksin á Biskupstøð í Klaksvík, haðani familjan hjá mammuni er ættað. Navnið fekk hann frá skotska pápa sínum. Archibald búsettist við familju sínari á Grønabóli, har hann bygdi hús á grundina hjá abba sínum. 

Klaksvík – býurin, fólkini og fjøllini – hava verið miðdepil fyri lívið og virkið hjá Archibald, og her hevur hann sett spor eftir seg á nógvum økjum.

Archibald er fjølgávaður og fjøltáttaður. Hann er listamaður, tónleikari, timburmaður og bóndi. 

Miðskeiðis í sjeyti árunum legði hann Føroyar fyri føtur sínar sum bassspælari í rockbólkinum Straight Ahead. Ungu og framfýsnu tónleikararnir skrivaðu og spældu rock, sum bólkar her á landi ikki áður høvdu spælt. Sangirnir fangaðu – og vóru fagnaðir. Og nú 40 ár seinni syngja vit framvegis »Komið øll við«. 

Sum smádrongur teknaði Archibald nógv, og á ungum árum fór málningalistin at draga. Fyrsta framsýningin var saman við kendum lokalum listafólki á norðoyastevnu í sjeyti árunum. Hans Jacob Glerfoss og Fridjof Joensen stóðu fyri, og Archibald smæddist ikki burtur. Síðani hevur hann sýnt fram víðhvar heima og burturi. 

Penslastrokini eru neyv og livandi, men kunnu vera droymandi og mjørkakend. Verkini eru ofta figurativ og realistisk, men hann kann eisini leita aðrar vegir, og einki er so avbjóðandi sum at mála andlitsmyndir. Hann hevur givið nógvum andlitum lív á lørifti – Hanus G. Johansen, langabbin Jákup bóndi og onnur. Náttúran, sum stendur honum so nær, er eisini partur av hansara listarliga arbeiði, og hann hevur roynt at samantvinna andlit og landslag í sínum verkum. 

– Vit hava brúk fyri at úttrykkja okkum á onkran hátt, sigur hann. Og tað ger hann millum annað við listarliga arbeiðnum, har hann finnur friðin og javnvágina. 

Í 2014 fór Archibald - saman við øðrum - undir eina stóra og spennandi verkætlan, sum av álvara er við at taka skap. Hugskotið var at endurbyggja garðin hjá Nólsoyar Páll á Biskupstøð, og hetta arbeiðið er komið væl ávegis. Archibald er undangongumaðurin. Hann granskar, teknar, leggur til rættis, smíðar og setur út í kortið. Nógv stuðla góða hugskotinum og drúgva arbeiðnum, og eisini Klaksvíkar kommuna sær stórt virði í verkætlanin og hevur havt gott samstarv við Archa. 

Tá ið gerandisdagurin ella arbeiðsvikan hava kravt sítt, kann Archibald leita sær í Dreymasóljuna – hugkveikjandi og sinniligu smáttuna, hann bygdi í haganum. Har kunnu góðar løtur njótast – í einsemi ella saman við familju ella vinum. 

– Frælsið hevur alt at siga, sigur hann. Archibald hevur tíbetur valt at brúka sítt frælsi til eitt stórfingið lista- og mentanararbeiði her í okkara øki. Hann skapar og leggur eftir seg. Hann er arbeiðssamur og treiskur. Og hann hevur eygað fyri smálutunum – detaljunum –  bæði í lívinum, listini og handverkinum.

Vit skulu nú síggja ein stuttan film, sum lýsir Archibald Black.

****

Archibald Black, vit eru takksom fyri títt listarliga og mentanarliga avrik her í býnum. Tú hevur lagt nógv eftir teg, og vit gleða okkum til komandi avrik.

Eg fari at biðja teg koma upp her at taka ímóti Mentanarvirðisløn Nólsoyar Páls 2019. Tað kann valla vera nakar meira upplagdur persónur at fáa júst hesa virðisløn.

Onnur tíðindi
20.12.2024

Dagførd reglugerð fyri grund­stykkjalistan

20.12.2024

Barnahúsið Margit søkir eftir Námsfrøðingum

20.12.2024

Løgfrøð­ingur til Klaksvíkar kommunu

20.12.2024

Søkt verður eftir tveimum dagrøktarum