Tíðindi

25.01.2021
Gott skoytuveður alla vikuna

Seinasti skoytudagur í ár skuldi eftir ætlan vera í gjár, men avgjørt er nú at hava skoytubreytina opna eina viku afturat.

Borgarstjórin, Karl Johansen sigur, at veðurforsøgnin fyri vikuna sær góð út, og tí er upplagt at leingja upplatingartíðina á skoytubreytini til sunnudagin 31. januar 2021.

- Tað er sera stuttligt at síggja, hvussu væl vitjað skoytubreytin er. Fleiri enn 8.000 vitjanir hava verið í ár, og fólk eru komin, nær og fjar, fyri at royna skoytubreytina.

- Hendan tíðin kann tykjast myrk og long, og tá er tað fantastiskt, at kommunan kann bjóða sínum borgarum eitt tílíkt tilboð, sigur Karl Johansen.

Kate Hammer, sum aftur í ár hevur samskipað arbeiðið við skoytubreytini, sigur, at arbeiðið hevur gingið sera væl. Veðrið í januar mánað hevur verið sera gott samanborið við januar síðsta ár, og ítróttarfeløg og áhugafelagskapir í býnum hava aftur í ár víst stóran áhuga í, at passa básin, har útleiganin av skoytunum hevur verið. 

- Tað er so gleðiligt, at borgarar saman við kommununi standa saman um skoytubreytina, tí eg eri sannførd um, at tað gevur eina serliga ognarkenslu, sum øll kunnu njóta gott av, sigur Kate Hammer.

Upplatingartíðir hesa vikuna:

Mánadag – fríggjadag: 15.00 – 20.00

Leygardag: 10.00 – 20.00 

Sunnudag: 15.00 – 20.00

Á facebooksíðuni, Skoytubreytin í Klaksvík, ber til at kunna seg um upplatingartíðir og um annað virksemi, sum viðvíkur økinum við skoytubreytina. Til ber at skriva umvegis boðklivan, um áhugi er at leiga skoytubreytina, sum kann leigast gerandisdagar frá kl. 10.00 til 12.00. 

Fyrispurningar kunnu eisini sendast til skoytubreyt@klaksvik.fo 

 

Onnur tíðindi
16.04.2025

Kommunala bussleiðin um páskirnar

15.04.2025

Broytingar í innsavning­ini um páskirnar

10.04.2025

Námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til Dr. Margrethu barnagarð

09.04.2025

Gera gongubreyt á J. Waagsteinsgøtu