Tíðindi

24.02.2023
Marjun nýggjur vinnumennari

Marjun Andreasardóttir er sett í starv sum vinnumennari í Klaksvíkar kommunu

Vinnumennarin skal í samstarvi við vinnu- og mentanarstjóran arbeiða við at skapa góðar karmar fyri vinnulívið. Í starvinum skal Marjun m.a. vera við til at tryggja, at tænasturnar, sum verða veittar innan vinnuøkið, eru á einum høgum góðskustigi. Somuleiðis verður uppgávan at menna hugskot, sum stuðla undir góðar karmar hjá vinnuni.

Ein liður í hesum arbeiðinum er eisini at samstarva við nýggja stjóran í Visit Norðoy, Theresa Turiðardóttir Kreutzmann, sum m.a. skal menna ein ferðavinnupolitik fyri Norðoyggjar

Marjun er útbúgvin “Bachelor of Leisure Management”, University College Sjælland. Marjun hevur royndir við kommunalpolitiskum arbeiði frá Eysturkommunu, og eitt skifti var hon eisini ferðavinnusamskipari hjá Eysturkommunu.

Klaksvíkar kommuna ynskir Marjuni hjartaliga til lukku við starvinum og blíðan byr. 

 

Onnur tíðindi
27.12.2024

Boða frá nýggjársbáli

20.12.2024

Dagførd reglugerð fyri grund­stykkjalistan

20.12.2024

Barnahúsið Margit søkir eftir Námsfrøðingum

20.12.2024

Løgfrøð­ingur til Klaksvíkar kommunu