Tíðindi
Í mars útskrivaði Klaksvíkar kommuna eina urtagarðskapping, har endamálið var at finna vakrasta urtagarð í kommunnuni, og fáa heiðurin 'Vakrasti urtagarður 2024'.
Borgarar fingu møguleika at tilnevna egnan urtagarð til kappingina ella at tilnevna ein urtagarð, sum eftir teirra tykki hevði eina viðkenning uppiborna.
Nú summarið er liðugt og urtagarðarnir hava staðið í fagrasta blóma, hevur dómsnevndin avgjørt, at vakrasti urtagarður í 2024 er urtagarðurin við Trøllagil 6, Klaksvík, har Ruth Laksáfoss og Gert Wolff Jensen búgva.
Dómsnevndin hevði m.a hesi skotsmál um urtagarðin hjá Ruth og Gert.
- Flottur og vælhildin urtagarður
- Fjølbroytt úrval innan trø og staudir
- Vælskipaður havi við hugnaligum hátúni, plenu, bedum o.a.
- Vakrar detaljur við grótlaðing
- Ein urtagarður við persónligheit
Í dómsnevndini sótu Jóhanna Christiansen, forkvinna í mentanarnevndini, Hans Hjalti Skaale, býargartnari, Karl Heri Joensen, KHJ nýgerð, og skrivari var Sonja N. Thomsen, Klaksvíkar kommuna.
Høvuðsvinningurin var eitt gávukort á kr. 4.000 og ein merkispláta til minnis um heiðurin. Harumframt vórðu gávukort á 1.000 kr. handað til urtagarðseigarar, sum eisini sermerktu seg í kappingini.