Tíðindi
Vísandi til grein 7 í Býarskipanarlógini*, sendi Klaksvíkar kommuna tann 1. mai 2024 Umhvørvismálaráðnum uppskot til Byggisamtyktarbroyting millum økispart B1 og D1 á Borðoyarvík í almennu byggisamtyktini til góðkenningar.
Uppskotið til broytingina snúði seg um at víðkað B1 (vinnuøki) í samband við útbyggingina av molanum. Somuleiðis varð ein regulering í økismarkinum millum B1 og D1 (fríøki) sambært verandi nýtslu av økinum.
Uppskotið lá frammi til viðmerkingar frá 12. feb. til 4. mars 2024. Kærutíðin var úti 25. mars 2024. Tá freistin at koma við møguligum mótmælum ella broytingaruppskotum var farin, hevði kommunan einki mótmæli ella viðmerking fingið.
Býarskipanarnevnd Landsins hevur havt málið til viðgerðar, og hevur nevndin viðmælt ætlaðu broyting. Umhvørvismálaráðið hevur somuleiðis viðgjørt málið, og tekur undir við viðmælinum frá Býarskipanarnevndini og hevur við heimild í grein 4 í Býarskipanarlógini, góðkent broytingina av økisparti D1 og B1 í almennu byggisamtyktini fyri Klaksvíkar kommunu.
Byggisamtyktin sæst her:
- Økisblað D1 er at síggja í skjal Grøn økir og frí øki D1-D41 s. 1.
- Økisblað B1 er at síggja í skjal Vinnuøki B1-B27 s.1.
Slóð: Galdandi byggisamtykt - Klaksvíkar kommuna
*Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022: Løgtingslóg