Tíðindi

19.12.2024
Fýra býráðslimir takkaðu fyri seg

Í kvøld, hóskvøldið 19. desember 2024, var seinasti regluligi býráðsfundur hjá Klaksvíkar býráð, sum varð eyðkendur av, at hetta verður seinasti býráðsfundur á hesum sinni hjá fýra av býráðslimunum.

Tey fýra, sum hesaferð valdu ikki at stilla uppaftur, eru Gunvá við Keldu, Óli M. Lassen og Jóhanna C. Christiansen, øll í Fólkaflokkinum, og Tummas J. Lervig í Javnaðarflokkinum.

Jóhanna C. Christiansen hevur verið býráðslimur valskeiðið 2021-24. Hesa setuna hevur hon eitt nú verið forkvinna í mentanarnevndini og í stýrinum fyri Grunnin Mentanarhúsið í Klaksvík. Jóhanna er bókhaldslærd og virkin vinnulívskvinna.

Óli M. Lassen hevur verið býráðslimur í 3 valskeið, 2009-12, 2017-20 og 2021-24. Eitt nú hevur hann í hesum tíðarskeiði verið formaður í Teknisku nevnd og Havna- og Vinnunevndini. Óli er búskaparliga útbúgvin og virkin vinnulívsmaður.

Gunvá við Keldu er tann av fráfarandi býráðslimunum, ið hevur sitið longst í býráðnum. Talan er um 5 valskeið, 2005-08, 2009-12, 2013-16, 2017-20 og 2021-24. Gunvá var borgarstjóri valskeiðið 2009-12 og hevur eisini verið forkvinna í eitt nú Umhvørvis- og býarskipanarnevndini og í Trivnaðarnevndinin eldri og bústaðir. Gunvá er útbúgvin grafikari, og er stjóri og ein av eigarunum í fyritøkuni Grafia.

Tummas J. Lervig hevur verið býráðslimur í 2 valskeið, 2017-20 og 2021-24. Býráðssetuna 2017-20 var hann eitt nú formaður í Havna- og Vinnunevndini. Tummas er útbúgvin maskinmeistari og starvast hjá KJ-hydraulik. Harumframt er hann sera virkin í frítíðarlívinum, eitt nú sum formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag síðan 2008.

Aftaná býráðsfundin handaði Karl H. Johansen teimum fýra fráfarandi býráðslimunum gávur og bar fram eina tøkk fyri tað politiska arbeiðið, sum tey hava gjørt til frama fyri Klaksvíkar kommunu.

Onnur tíðindi
07.01.2025

Starvs­fólk til Fjallafípuna

06.01.2025

Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið

31.12.2024

Býráðsfundir í 2025

27.12.2024

Boða frá nýggjársbáli