Tíðindi
Býráðsskrivstovan er stongd frá 17. apríl til og við 21. apríl. Opið er aftur sum vanligt týsdagin 22. apríl.
Endurnýtslan hevur stongt skírishósdag, langafríggjadag og 2. páskadag.
Leygardagin 19. apríl er opið sum vanligt.
Svimjihøllin er stongd skírishósdag, langafríggjadag og páskadag.
Leygardag er opið sum vanligt.
2. páskadag er opið sum sunnudag.
Tá ið høllin er stongd um páskini, er vælveruøkið somuleiðis stongd og kann tí ikki leigast.
Býarbussurin koyrir ikki páskadagarnar. Koyrt verður aftur sum vanligt týsdagin 22. apríl.
Borgarar, sum hava átrokandi boð, kunnu ringja til hesar telefonir:
Um trupulleikar eru við vatnveitingini o.tl. fartlf: 225272 (Vatndeildin)
Um talan er um annað, so sum kloakkviðurskifti v.m. fartlf: 216488 (Vegadeildin)
Um tørvur er at fáa fatur á barnaverndartænastuni fartlf: 219181 (Barnaverndin)
Klaksvíkar kommuna ynskir øllum einar gleðiligar páskir.

Kommunala bussleiðin um páskirnar

Broytingar í innsavningini um páskirnar

Námsfrøðingar og hjálparfólk til Dr. Margrethu barnagarð
