Tíðindi
Skoytubreytin við Biskupstorg, sum hevur verið opin síðan 8. desember, letur nú aftur. Seinasti dagur, ið møguleiki er at skoyta, er sunnudagin 12. februar.
Umleið 6.500 fólk hava vitjað breytina á hesum sinni, sum er ein lítil øking í mun til hini árini. Vitjanartølini vísa, at tað er serliga væl umtókt at skoyta í desember mánað og upp undir jól. Í januar hava tað serliga verið nógvir skúlar, frítíðarskúlar, barnagarðar og onnur, ið hava leigað skoytubreytina fyrrapartar.
Annars kann sigast, at tað altíð eru nógv vitjandi í vikuskiftinum, og gestirnir koma úr øllum landinum, so samanumtikið má sigast, at undirtøkan fyri skoytubreytuni hevur verið góð.
Fram til 12. februar hevur skoytubreytin opið soleiðis:
Mánadag – fríggjadag: 15.00 – 20.00
Leygardag: 10.00 – 20.00
Sunnudag: 15.00 – 20.00
Prísurin er 30 kr. pr. persón
Til ber at leiga skoytubreytina gerandisdagar frá kl. 08.00 til. 15.00. Prísur fyri at leiga skoytubreytina er 800 kr pr. tíma. Eru talið á vitjandi omanfyri 25 fólk, er leigu-kostnaðurin 1.200 kr. pr. tíma.