Tíðindi
24.02.2023
Fuglafjarðar kommuna á vitjan
Seinnapartin í dag vóru umboð frá umsitingini og politisku skipanini í Fuglafirði og vitjaðu Klaksvik kommunu. Endamálið við vitjanini var at kunna seg um ymisk viðurskifti í samband við miðbýarbygging og býarmenning.
Karl Johansen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin og síðan fingu gestirnir eina framløga um miðbýarætlanina hjá Klaksvíkar kommunu. Eftir kaffi og prát millum starvsfólk og borgarstjórarnar báðar, varð spákað ein túr at hyggja miðbýarøkinum, og vitja varð m.a. í kappróðrarneystinum og í pumpuhúsinum, har Ásmundur úr Hvalvík, leiðari á vatndeildini, greiddi frá um sjóhitaskipanina.
Onnur tíðindi
20.12.2024
Dagførd reglugerð fyri grundstykkjalistan
20.12.2024
Barnahúsið Margit søkir eftir Námsfrøðingum
20.12.2024
Løgfrøðingur til Klaksvíkar kommunu
20.12.2024