Tíðindi

23.03.2024
Sløkkja ljósini í ein tíma

Earth Hour: Fyri at varpa ljós á umhvørvið og veðurlagsbroytingar, fer kommunan at sløkkja øll gøtuljós í býnum, leygardagin 23. mars, frá kl. 20.30 til 21.30. Fyrstu ferð at Klaksvíkar kommuna var við í hesum átakinum var í 2013.

Earth Hour er eitt heimsfevnandi átak, har býir kring allan heimin sløkkja ljósini í ein tíma. Endamálið við tiltakinum er at gera fólk kring heimin varug við veðurlagsbroytingar og umhvørvið. Øll eru vælkomin at stuðla átakinum við at sløkkja ljósið í ein tíma. 

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy