Tíðindi
Leygardagin 15. juli skipa tilflytarar, saman við Klaksvíkar kommunu og integratiónsnevndini, fyri ítróttardegi í Klaksvík. Dagurin er serliga málrættaður tilflytarum, men øll eru hjartaliga vælkomin. Á skránni verða kappingar, sum bæði eru til álvara og gaman.
Hesin serligi ítróttardagurin varð fyrstu ferð hildin í Runavík í 2021, og tá møttu á leið 300 tilflytarar upp, serliga úr Asiu. Í ár er ætlanin at røkka enn longur, soleiðis at allir tilflytarar í Føroyum og føroyingar, ið hava hug, kunnu meldað seg til tiltakið. Tað er ein bólkur av tilflytarum, sum hevur tikið stig til tiltakið, og Klaksvíkar kommuna stuðlar og hjálpir til við ymiskum praktiskum fyrireikingum.
Tiltakið verður skipað við denti á stuttleika, spæl og kappingar. Kappast verður eitt nú í kurvabólti, flogbólti, badminton, fótbólti og kappingar á rennibreytini. Hesar kappingar er neyðugt at tekna seg til.
Somuleiðis verða ymiskar aðrar stuttligar kappingar so sum posa-rennikapping, hula-rennikapping, sjómanstak, togtogan og aðrar kappingar, har tað ikki er neyðugt við tilmelding.
Karl Johansen, borgarstjóri, er sera spentur upp á tiltakið.
- Í integratiónsarbeiðinum í kommununi umrøða vit javnan, hvussu kommunan kann stuðla undir betri trivnað hjá tilflytarum og vera vit at skapa relatiónir millum tilflytarar og føroyingar. Tí taka vit sera væl ímóti hesum hugskoti og vilja virka fyri, at tiltakið gerst møguligt.
Luttøkugjaldið er 250 kr. fyri hvønn luttakara. Við í prísinum er ein t-shirt, ein máltíð á døgurða og hópin av stuttligum upplivingum gjøgnum dagin. Til ber at melda seg til sum lið og sum einstaklingur. TIlmeldingin til ítróttardagin er opin til fríggjadagin 7. juli
Melda til tiltakið her: International sports day í Klaksvík.
Vegna fyriskipararnar
Karl Johansen, borgarstjóri
Gemma Johannesen, stigtakari
Reni Heimustovu, integratiónsnevndin