Tíðindi
Klaksvíkar kommuna og Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) hava tvey spennandi tiltøk í Varpinum í sambandi við Spæl føroyskt vikuna, sum verður í komandi viku. 6. mars verður skipað fyri forkunnugum eldratiltaki fyri teimum, sum eru knýtt at tænastum og tilboðum hjá NBH, og 7. mars verður skipað fyri einum konsertdegi, har allir dagstovnarnir í kommununi framføra føroyskar sangir fyri hvørjum øðrum.
Tað er ikki á hvørjum degi, at fólk, sum búgva á bústovni hjá NBH, fáa innbjóðing til tiltøk uttanfyri heimið. Síðsta ár var NBH eisini partur av Spæl føroyskt vikuni, men tá varð skipað fyri ymiskum tónleika framførslum á teimum ymisku heimunum.
Talan verður tí um eina heilt serstaka løtu, tá ið bæði búfólk, tey sum fáa heimatænastu, tey sum ganga í dagtilhald, venja í Ven og Virka og tey sum koma í Virkishúsið Smæran, verða boðin til eina tónleikaframførslu í Varpinum.
Tað verður uttan iva ein uppliving í sær sjálvum at koma inn í Varpið, men eisini ein avbjóðing at fáa 30 koyristólar koyrdar millum heimini og Varpið.
Marna E. Jensen, stjóri í NBH, sigur at við góðum vilja, so skal tað nokk eydnast.
- Vit eru ógvuliga fegin um at kunna geva teimum, sum eru knýtt at tænastum og tilboðum hjá NBH hesa upplivingina, sum einans kann lata seg gera, tí vit hava so dugnalig og ófør starvsfólk. Hesin dagurin fer at krevja stóran fleksibilitet av starvsfólkunum, men øll hava tikið væl ímóti hugskotinum, og tí ivist eg ikki í, at upplivingin verður góð fyri allar partar.
- Tað eru ikki øll sum megna túrin yvir í Varpið, men við góðari hjálp frá avvarðandi, so verða tað fleiri sum fara at kunnu njóta góðar føroyskar tónar frá m.a. skúlakórinum á Skúlatrøð.
Børnini framføra og lurta
Hósdagin 7. mars kl. 10.00 verður skipað fyri einari sangløtu/samling fyri børnum í aldrinum 0-3 ár. Tey fara at syngja nakrar føroyskar sangir og hoyra eina lítla søgu.
Kl 11.00 byrjar barnakonsertin fyri teimum 3-7 ára gomlu. Byrjað verður við at hoyra Skúlakórið syngja. Síðan fara teir 6 dagstovnarnir at framføra fyri hvørjum øðrum. Við hesum tiltakinum fáa børnini bæði høvi at framføra og at vera til konsert í stásiligu hølunum.
Av sangum, sum børnini fara at framføra kann nevnast: Eg gekk mær eftir bønum fram, Kennir tú blómurnar og Vestan fyri Mykines.
Bókasavnið luttekur eisini við einum søgukróki, so um onkur hevur hug at steðga eina løtu aftaná sangframførslurnar, so er eisini møguleiki til tað.
Hetta er fyrsta tiltakið á dagstovnaøkinum, sum verður hildið í Varpinum. Fleiri av børnum hava kanska ikki verið í Varpinum, tí er tað eisini fyri tey ein uppliving í sær sjálvum.