Tíðindi
Barnahúsið Margit søkir eftir námsfrøðingum, at byrja 1. oktober 2024 ella skjótast gjørligt. Talan er um eitt starv á 30 tímar um vikuna, í Perluni, okkara serstovu. Um ynski er um minni brøk, eru tit vælkomin at viðmerkja tað.
Vit søkja eisini starvsfólk til eitt 15 tímar starv í vøggustovuni. Bæði størvini eru tíðaravmarkað til summari 2025.
Barnahúsið Margit er ein kommunalur dagstovnur. Vit hava tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og eina serstovu. Barnahúsið Margit er normerað til 62 børn.
Vit hava eina menningarætlan, sum er grundarlagið undir okkara námsfrøðiliga arbeiði; harumframt síggja vit stórt virði í viðurkenning og inklusión í okkara arbeiði.
Eisini arbeiða vit við "Betri Vinir", sum er eitt arbeiðsamboð til at fyribyrgja happing.
Les meira um menningarætlanina her: https://www.klaksvik.fo/dagstovnar.
Vit kunnu bjóða tær eitt gott arbeiðspláss við støðuføstum starvsfólkum og nógvum fittum børnum.
Vit leita eftir einum námsfrøðingi, sum:
• hevur ein savnandi hugburð
• er opin, erlig/ur og fyrikomandi
• hevur lætt og jaligt lyndi
• dugir at seta í gongd
• leggur seg eftir at geva barninum ein innihaldsríkan gerandisdag
• sær møguleikar í øllum børnum
• vil vera við til at mynda stovnin námsfrøðiliga
• er tilvitað/ur um menning fyri tað einstaka barnið
• er týðilig/ur í samskifti og leggur dent á gott samstarv
Lønar- og setanarviðurskifti:
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ann Mari E. Kjølbro, leiðara, á telefon 284530 ella við telduposti: margit@klaksvik.fo. Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Umsóknir:
Umsókn saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum skal vera stovninum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 6. september 2024.
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Starvsfólk til Barnahúsið Margit