Tíðindi

21.08.2024
Klaksvíkar kommuna søkir eftir námsfrøðiligum ráðgeva

Námsfrøðiliga Ráðgevingin (NR) hjá Klaksvíkar kommunu er eitt fyribyrgjandi tiltak og eitt tilboð til foreldur og stovnar, sum eru fevndir av dagstovnalógini.

NR verður leidd og skipað soleiðis, at náms- og sernámsfrøðilig ráðgeving verður veitt á fullgóðan hátt eftir barnsins tørvi. Gott samskifti og samstarv skal eyðkenna NR, hvørs endamál er at stuðla undir, at øll børn hava eitt gott og mennandi tilboð.

Arbeiðsuppgávan fevnir m.a. um at: 
• vegleiða og ráðgeva í mun til ítøkiligar spurningar og avbjóðingar
• síggja menningarmøguleikar fyri børn við serligum avbjóðingum á dagstovnaøkinum 
• arbeiða tvørfakliga og samskifta væl og á ein greiðan hátt við øll avvarðandi kring barnið
• saman við starvsfólkunum gera greiningar, kanningar/eygleiðingar, menningarætlanir og tilmæli
• síggja menningarmøguleikar fyri børn við serligum avbjóðingum á dagstovnaøkinum 
• hava visjónir og megna at seta mál og átøk í verk við støði í gjørdum metingum og tilmælum og síðan at fylgja teimum upp
• ráðgeva starvsfólki á dagstovnaøkinum við útgangsstøði í samskifti, áliti og ábyrgd
• fylgja við nýggjastu vitan og gransking

Vit bjóða: 
• eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum 
• førleikamenning eftir tørvi og luttøku í ymiskum skeiðvirksemi
• eitt fakliga mennandi umhvørvi
• góðar starvsfelagar 
• supervisión 


Vit vænta at tú: 
• hevur útbúgving og arbeiðsroyndir sum námsfrøðingur; eftirútbúgving kann vera ein fyrimunur, men er ikki eitt krav
• hevur hug og hegni at leiða, eggja og samstarva 
• ert kveikjandi og før/-ur fyri at geva íblástur í náms- og sernámsfrøðiligum viðurskiftum, bæði til starvsfólk, stovnar og foreldur
• ert opin fyri at skilja støðuna hjá øðrum og síggja loysnir
• samstarvar væl við starvsfólk, foreldur og við aðrar fakbólkar kring barnið
• megnar at arbeiða við samansettum náms- og sermánsfrøðiligum avbjóðingum, ert fakliga dagførd/ur, hevur visjónir og leggur teg eftir einum høgum fakligum støði

Setanarviðurskifti: 
Talan er um eitt 30 tímar starv. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag og er lønt eftir lønarstigi 17-26 undir Námsfrøðiligir ráðgevarar. 


Um hetta er nakað, tú brennur fyri, og vilt vita meira um, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Anju M. Olsen, leiðara, á tlf. 282887 ella við at senda ein teldupost til anjao@klaksvik.fo. Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnavátta, áðrenn setanin verður framd.

Umsókn:
Umsókn, saman við avriti av prógvi, cv og møguligum starvsváttanum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 5. september 2024.

Tú søkir starvið við at trýsta á knøttin leinkjuna her: Námsfrøðiligur ráðgevi til Klaksvíkar kommunu.

Onnur tíðindi
14.01.2025

Torradagar 2025

14.01.2025

Svimji­felagið Ægir 50 ár

07.01.2025

Starvs­fólk til Fjallafípuna

06.01.2025

Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið