Tíðindi

29.08.2024
Send okkum gjarna tíni hugskot!

Virkið Heyst er aftur á skrá og verður í ár í døgunum 23. - 29. september 2024. Á sama hátt sum udanfarin ár, so verður býurin karmur um størri og smærri tiltøk, sum skulu eggja borgarum at brúka m.a. býarrúmið og náttúruna til at vera virkin saman og hugbundin. 

Hugskot til skránna eru vælkomin, tí eitt av endamálunum við átakinum er nevnliga at sjónliggera tiltøk og átøk, sum longu eru á skrá hjá áhugafeløgum, einstaklingum og øðrum. Men eisini at lata upp fyri hugskotum frá borgarum, um ynski er at samstarva við kommununa um eitt hvørt, sum stuðlar hesum endamáli. 

Á henda hátt fær kommunan bæði verið við til at varpa ljós á tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi, men eisini møguleika at menna nýggj og spennandi tilboð saman við borgarum, vinnuni og áhugafelagsskapum.  

Kunning um tiltøk, sum ynski er at fáa við í skránna, skulu boðast frá í seinasta lagi mikudagin 11. september 2024.

Boða frá her: Virkið Heyst 2024

Onnur tíðindi
30.08.2024

Ísraelski varasendihar­rin á vitjan

28.08.2024

Nýggja barnabóka­savnið letur upp

28.08.2024

Námsfrøð­ingar til Baldursbrá