Tíðindi

06.09.2024
Býraðshúsið verður umvælt

Fyri tíð síðan samtykti býráðið, at seta pening av til umvælingar av býráðshúsinum. Bæði tí bygningurin krevur ábøtur, og fyri at gera hann meira nútíðarhóskandi og innbjóðandi.

Arbeiðið byrjaði í 2023, men av ymiskum orsøkum steðgaði arbeiðið upp. Nú er arbeiðið við at umvæla bygningin tikið upp aftur. Arbeiðstakarin hevur gjørt arbeiðsøkið klárt, soleiðis at arbeiðið kann fara ígongd. Býráðshúsið fær nýggjan klædning, nýggja tekju, umframt at húsið verður bjálvað.

Meðan arbeiðið er ígongd, er ikki loyvt at parkera bilin framvið býráðshúsinum, og somuleiðis er ikki møguleiki at nýta gonguteigurin frammanfyri býráðshúsið. Víst verður til gonguteigin við Føroya Keypssamtøka.

Tað er Norðhús, sum ger arbeiðið fyri Klaksvíkar kommunu. Arbeiðið væntast at kosta áleið 6,7 mió.

 

Onnur tíðindi
14.01.2025

Torradagar 2025

14.01.2025

Svimji­felagið Ægir 50 ár

07.01.2025

Starvs­fólk til Fjallafípuna

06.01.2025

Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið