Tíðindi
Í gjár lat nýggi parturin av barnabókasavinum upp. TIl almenn móttøkuna bjóðaði Annika Egholm, leiðari, vælkomin og Karl Johansen helt eina stutta røðu. Síðan sungu Steintór og Rakul Ró nakrar barnasangir. Eftir hetta vóru øll bjóðað til kaffi og okkurt søtt.
Í hesi vikuni hevði Klaksvíkar bókasavn somuleiðis 72 ára føðingardag, so hetta var ein stór og góð føðingardagsgáva at fáa. Í nýggja barnabókasavninum eru nógvir hentleikar og møguleikar. Í hølunum eru fleiri krókar, har børnini kunnu hugna sær. Her kunnu børnini brúka hugflogið, bæði at lesa og hugna sær á annan hátt. Eisini er ein góður pallur, har børn kunnu framføra ymiskt.
Somuleiðis er møguligt at seta seg í eitt meira friðaligt øki, har til ber at tekna, leggja putlispøl og spæla ymisk spøl. Harumframt er eitt stórt stórt dukkuhús, sum uttan iva verður eitt hitt. Eisini er møguleiki at skifta blæubørnum, so foreldur, sum ganga túr og trilla í býnum, hava góðar møguleikar at støkka inn á gólvið.