Tíðindi
06.09.2024
Andreas Andreasen nýggjur tekniskur stjóri
Fíggjarnevndin í Klaksvíkar kommunu hevur í dag gjørt av, at seta Andreas Andreasen í starv sum tekniskan stjóra í Klaksvíkar kommunu. Andreas Andreasen er 45 ára gamal og er búsitandi í Klaksvík. Níggju umsóknir vóru til starvið.
Hann er útbúgvin húsasmiður, og hevur lokið útbúgving sum byggifrøðingur í 2015 og Cand.Tech i bygningsdatafrøði í 2018. Harumframt hevur Andreas drúgvar royndir frá tekniska økinum í kommununi, har hann m.a. seinastu 4 árini hevur starvast sum verkætlanarleiðari á teknisku deild hjá Klaksvíkar kommunu.
Andreas Andreasen tekur við starvinum 1. oktober.
Onnur tíðindi
20.12.2024
Dagførd reglugerð fyri grundstykkjalistan
20.12.2024
Barnahúsið Margit søkir eftir Námsfrøðingum
20.12.2024
Løgfrøðingur til Klaksvíkar kommunu
20.12.2024