Tíðindi

03.10.2024
Klaksvíkar kommuna fingið dáturnar aftur

Fyrrapartin í dag skipaði Klaksvíkar kommuna fyri tíðindafundi í Varpinum um netálopið. Boðskapurin hjá borgarstjóraum var, at kommunan hevur fingið allar sínar dátur aftur.

Karl Johansen, borgarstjóri, kunnaði um, at síðan teldusníkar gjørdu seg inn á KT-kervið hjá kommununi 22. september, hevur verið dúgliga arbeitt við at fáa eitt nýtt og trygt KT-kervi at virka.

- Vit kunnu vátta, at ein avtala er gjørd við teldusníkarnar, soleiðis, at Klaksvíkar kommuna nú hevur fingið atgongd aftur til allar dáturnar, og eru tær goymdar á tryggum staði. Tað var sera týdningarmikið, at kommunan aftur kundi fáa atgongd til okkara dátur fyri at tryggja kommununa, virksemið og málsviðgerð.

- Vit eru greið yvir, at tað er óvanligt, at ein kommuna velur at samráðast við fólk, sum gera slíkan kriminalitet. Men av tí at talan er um somikið virðismikla vitan og upplýsingar, hava vit valt hesa loysnina.

- Talan er um eitt løgreglumál, og arbeiðir løgreglan í løtuni at finna fram til útgerð, ið hevur verið nýtt í álopinum. Av tí at talan er um eitt løgreglumál, kunnu vit ikki siga meira um henda partin av málinum, sigur Karl Johansen, borgarstjóri.

Á tíðindafundinum kom eisini fram, at tað er sannlíkt, at viðkvæmar upplýsingar er komnar í skeivar hendur, men mett verður, at sannlíkindini fyri, at viðkvæmar dátur eru liknar út, eru sera lítil. Tó kann endaliga vissa ikki fáast fyri hesum. Víst varð eisini á, at staðfest er, at dáturnar í hesum máli eru ikki lagdar út alment á internetið.

Rúni Rasmussen, kommunustjóri, tók eisini orðið á tíðindafundinum. Hann greiddi frá, at í løtuni er støðan tann, at fleiri skipanir fóru aftur at virka í gjár, og komandi dagarnar fara aðrar skipanir at vera virknar aftur.

- Heilt ítøkiliga hava fleiri starvsfólk í kommununi seinastu 10 dagarnir arbeitt nærmast í døgndrift við at handfara eina røð av viðurskiftum í hesi undantaksstøðu. Allar teldur eru tryggjaðar og reinsaðar.

- Flest øll starvsfólk hava nú fingið arbeiðsteldur aftur og kunnu samskifta við telduposti, og nøkur arbeiða við skipanum, sum eru virknar aftur, sigur Rúni Rasmussen.


Góð uppmøting var til tíðindafundin, og nógvir spurningar vórðu settir og svaraðir. Eitt nú um, hvat fyri fíggjarligar avleiðingar hetta kemur at hava fyri kommununa. Borgarstjórin segði, at hetta sjálvsagt hevur fíggjarligar avleiðingar fyri kommununa.

Spurdur um ymiskt viðv. teldusníkunum, vísti borgarstjórin á, at talan er um eitt løgreglumál, og at kommununa tí í løtuni ikki kann upplýsa meira um henda partin av málinum.

Onnur tíðindi
20.12.2024

Dagførd reglugerð fyri grund­stykkjalistan

20.12.2024

Barnahúsið Margit søkir eftir Námsfrøðingum

20.12.2024

Løgfrøð­ingur til Klaksvíkar kommunu

20.12.2024

Søkt verður eftir tveimum dagrøktarum